Løgtingslimur koyrt við ov høgari promillu

Løgtingslimur koyrt við ov høgari promillu
Løgtingslimurin hjá Tjóðveldi, Pauli Trond Petersen, er um vikuskiftið tikin av politinum undir illgruna fyri at hava koyrt ávirkaður. 
 
09.10.2017 - 18:21

Royndirnar, sum politiið tók av løgtingsliminum sunnunáttina, staðfestu, at hann hevði ov høga promillu. 

Pauli Trond Petersen váttar fyri Kringvarpinum í kvøld, at royndirnar vístu eina ov høga promillu.

Hann sigur, at hann hevði verið í 70 ára føðingardegi um kvøldið, og at hann hevði drukkið onkra øl í hesum føðingardegnum.

Politiið sigur við Kringvarpið, at tey fingu fráboðan frá fólki í Vestmanna, sum søgdu at bilurin hevði rent á eini hús. Tí fóru tey at kanna føraran fyri promillukoyring. Men Pauli Trond Petersen vísir aftur, at hann skal hava rent á eini hús hesa náttina. 

Í málum um promillukoyring verður altíð ein blóðroynd tikin fyri at staðfesta neyvu promilluna. Tað svarið kemur ikki fyrr enn um eina ella tvær vikur. 

Revsingin fyri slík brot á ferðslulógina veldst um, hvussu stór promillan hevur verið. 

Men tá talan er um løgtingslimir, kann dómsvaldið ikki uttan nakað revsa teir. Løgtingsminir eru serliga vardir fyri dómsvaldinum, og tí skal løgtingið samtykkja at taka órinið (immunitetin) frá einum løgtingslimi, um hann skal kunna revsast. 

Pauli Trond Petersen, er umframt at vera løgtingslimur fyri Tjóðveldi, eisini borgarstjóri í Vestmanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053