Nakað av harðskapi í nátt

Nakað av harðskapi í nátt
25 ára gamal russiskur sjómaður endaði á skaðastovuni
Skálatrøð
Mynd: Glitnir.org  
 
14.10.2017 - 09:57

Nakað av vindi var í nátt, men hevur løgreglan hevur bert fingið eina fráboðan um skaða.  Tað var í Klaksvík, har ein rútur í bygninginum hjá Íðka brotnaði í illveðrinum.

Men gott tað sama, tí í nátt vórðu boð eftir løgregluni, tí tveir menn vóru komnir til ilnar á einum skeinkingarstaði í Havn. 

Talan var um ein 39 ára gamlan dana, sum hevði sparkað ein 25 ára gamlan russiskan sjómann í ryggin og nakkan, meðan hann lá niðri. Hildið var, at russarin misti vitið eina løtu, og tí var hann sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Hann er tó útskrivaður aftur nú í morgun.

Seinnapartin í dag verður russarin avhoyrdur, so hann kann sleppa avstað aftur við skipinum.

Vitni skulu eisini avhoyrast og aðrar kanningar gerast, áðrenn støðan verður tikin til, hvat víðari skal henda í málinum.

Báðir mennnir vóru ávirkaðir av rúsdrekka.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096