Finst at bróstscreening í Noregi

Finst at bróstscreening í Noregi
Granskari við norska Fólkaheilsustovnina, FHI, finst at tølunum, sum verða almannakunngjørd í frágeiðing um bróst-screening í Noregi
Mynd: npr.org  
 
17.10.2017 - 11:33

Høvuðsniðurstøðan í frágreiðingini er, at mammografi-screeningin hevur minkað deyðstýttleikan fyri bróstkrabba hjá teimum, sum koma til screening, við 40 prosentum.

18.640 kvinur hava fingið staðfest bróstkrabba, tá tær vóru til screening. 

Óneyðug viðgerð

Per-Henrik Zahl, granskari, sigur, at Krabbameinsskrásetingin ger ov nógv av og gevur kvinnum skeivar upplýsingar, skrivar NRK.

- Tá tú sigur, at 18-túsund kvinnur hava fingið diagnosuna gjøgnum mammografiscreening, átti tú eisini at komið við tølum fyri, hvussu nógvar eru yvir-diagnostiseraðar, sigur Zahl við NRK.

Hann heldur, at meira enn helvtin av teimum 18-túsund kvinnunum ongantíð áttu at fingið viðger fyri bróstkrabba.

Svullur í dvala

Leiðarin fyri mammografi-screeningini vísur atfinningunum aftur. 

- Tað er vandi fyri yvir-viðgerð í øllum sløgum av diagnostikki, men innafyri bróstkrabba vita vit, at svullir kunnu liggja í friði leingi og so brádliga vakna úr dvala. Tí bjóða vit øllum kvinnum, sum hava krabbameinskyknur í svullinum viðgerð, sigur Solveig Hofvind, deildarleiðari fyri mammografiini í  Krabbameinsskrásetingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375