Tvey avboð úr landsstýrinum til ársfund í Íslandi

Tvey avboð úr landsstýrinum til ársfund í Íslandi
Hvørki løgmaður ella landsstýriskvinnan fóru á ársfundin hjá Arctic Circle
Nógv fólk eru á ársfundunum hjá Arctic Circle.
 
18.10.2017 - 09:24

Bæði løgmaður, Aksel V. Johannesen, og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, stóðu í skránni fyri ársfundin hjá The Arctic Cirkle í Reykjavík seinasta vikuskiftið.

Men hvørgin teirra var har og helt røðu.

Tey sendu avboð í síðstu løtu.

Aksel V. Johannesen fekk ikki farið til Íslands av persónligum ávum, sigur Løgmansskrivstovan.

Rigmor Dam sigur, at hon fekk ikki farið av heilsuávum.

Á ársfundinum hjá The Arctic Circle eru okkurt um 2.000 fólk úr hálvthundrað londum.    

Í mai næsta ár hevur The Arctic Circle ráðstevnu í Havn.

The Arctic Circle er altjóða felagsskapur, sum fæst við framtíðina hjá norðurpólsleiðini, Arktis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541