ST krevur linari fosturtøkulóg í Føroyum

ST krevur linari fosturtøkulóg í Føroyum
Serfrøðingarnir hjá ST hava gjørt niðurstøður eftir at hava hoyrt, hvussu barnarættindasáttmálin verður hildin í Føroyum
Føroyar vóru til hoyringar um rættindi hjá børnum í ST í Genevé hálvan september.
 
19.10.2017 - 09:28

Børn í Føroyum eiga ikki at vita av fátækradømi.

Lógin um fosturtøku eigur at verða dagførd, so hon verður sum galdandi lóg í Danmark.

Og fleiri hagtøl mugu fáast til vegar.

Serfrøðingarnir hjá ST hava nú gjørt niðurstøðu eftir hoyringina 15.september um støðuna hjá barnarættindasáttmálanum í Føroyum.  

Serfrøðinganevndin hjá ST heitir á landsmyndugleikarnar um at tryggja, at lóggáva og fyriskipanir eru í tráð við
meginreglurnar og ásetingarnar í barnarættindasáttmálanum.

Børn í lógirnar

Teir eiga eisini at hugsa um børnini, tá nýggjar lógir verða gjørdar. 

Føroyskir myndugleikar eiga at hava ítøkiligar tíðarásetingar og mál fyri, hvussu barnarættindasáttmálin hjá ST, sum hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1993, kemur í føroyska lóggávu.

ST nevndin fegnast um nøkur tiltøk í Føroyum, so sum at basa kynsligum ágangi.

Hon fegnast eisini um, at børn kunnu ringja og biðja um ráð. Men tey eiga at kunna gera tað alt samdøgrið, sigur serfrøðinganevndin viðvíkjandi barnarættindasáttmálanum hjá ST.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025