Súkklur sleppa á gongubreytina tó ikki treytaleyst

Súkklur sleppa á gongubreytina tó ikki treytaleyst
Har gongubreytin er minst hálvan triðja metur breið, kann hon býtast millum súkklarar og fólk, sum eru til gongu
Har pláss er fyri teimum, sleppa súkklur á gongubreytina.
 
27.10.2017 - 07:14

Fólk, sum súkkla, kunnu nú súkkla á gongubreytunum, men tó ikki treytaleyst.

Samferðslumálaráðið hevur sett í gildi eina kunngerð um súkkling á gongubreyt.

Sambært henni kann politiið við loyvi frá vegamyndugleikanum sum fyribils fyriskipan áseta, at súkklur skulu vera á gongubreytini.

Men tað verður bara loyvt, har sum vandamikið er at súkkla á vegnum og eingin súkklubreyt er.

Ein metur til gangandi

Gongubreytin skal vera minst hálvan triðja metur breið. Minst ein metur skal setast av til fólk, sum eru til gongu.

Ein onnur treyt er, at súkklað verður sama veg sum bilarnir koyra.

Prutl sleppa ikki at koyra á gongubreytum í fjølbygdum øki.

Kunngerðin er gjørd við heimild í ferðslulógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809