Ráðgevi hjá Trump ákærdur fyri svik

Ráðgevi hjá Trump ákærdur fyri svik
Ein fyrrverandi leiðari í valstríðnum hjá Donald Trump, forseta, og ein felagi hansara eru settir í húsavarðhald ákærdir fyri skattasvik og ráðagerð
 
31.10.2017 - 08:03

Ráðgevarin, Paul Manafort, og fyrrverandi starvsfelagi hansara, Rick Gates, nokta seg sekar í ákærinum um skattasvik og ráðagerð móti USA. 

Paul Manafort stóð á odda fyri valstríðnum hjá Donald Trump frá juni til august í fjør.

Robert Mueller er settur at kanna málið um russisku uppíleggingina í amerikanska valstríðið, og ákærurnar móti Manafort og Gates eru liður í hesum arbeiði.

Teir eru ákærdir fyri at hava starvast sum agentar fyri politiskar flokkar, sum styðja Russland, frá 2006 til 2015.

Advokaturin hjá Paul Manafort, Kevin Downing, sigur, at eingi prógv eru fyri, at Manafort hevði samband við russisku stjórnina ta tíðina, hann stóð á odda fyri valstríðnum hjá Trump.

- Paul Manafort umboðaði átøk í Ukraina fyri ES, og hann arbeiddi eisini fyri, at Ukraina fekk tættari samband við ES og USA. Men hetta arbeiðið varð liðugt í 2014, meira enn tvey ár fyri, at Manafort gjørdist partur av valstríðnum hjá Trump, sigur advokaturin hjá Manafort.

Bæði Paul Manafort og Rick Gates góvu seg upp til samveldisløgregluna, og á einum rættarfundi í Washington í gjár vórðu teir settir í húsavarðhald.

Teir kunnu tó verða latnir leysir móti veðhaldi.

Næsti rættarfundur í málinum verður 2. november. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815