20 nýggjar gongustjørnur funnar

20 nýggjar gongustjørnur funnar
Stjørnufrøðingar á amerikanska rúmdarstovninum, NASA, hava funnið 20 nýggjar gongustjørnir uttanfyri okkara sólskipan
Ein av gongustjørnunum er næstan líka stór sum Jørðin, veðurlagið minnir um tað, sum vit hava á jørðini
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
02.11.2017 - 17:09

Serliga ein kann hava luft, sum minnir um Jørðina, og kann tí møguliga hýsa livandi verum, skrivar dr.dk. Tær 20 nýggju gongustjørnirnar eru í ringrás um eina aðra stjørnu enn sólina, og eru tí sonevndar exo-gongustjørnur. 

Ein av gongustjørnunum er næstan líka stór sum Jørðin, veðurlagið minnir um tað, sum vit hava á jørðini, og eitt ár varar bara sindur longri, enn tað ger á Jørðini, 395 dagar.

Tí halda serfrøðingar, at møguleiki er at finna lív har. Tað vísur nýggj greining frá rúmdar-teleskopinum, Kepler, hjá NASA.

Fegin professari

- Tað týdningarmikla við hesum er, at nú er funnin ein gongustjørna aftrat, sum minnir um Jørðina. Tað merkir, at týttlekin er hægri. 

- So er helst ikki neyðugt at fara so langt fyri at finna lív. Vit kunnu kanna nærmastu stjørnurnar og kanna gongustjørnurnar hjá teimum, sigur granskarin í exo-gongustjørnum og professari við Niels Bohr-stovnin, Lars A. Buchhave, við dr.dk.

Ov langt at fara

Hóast stjørnufrøðingarnir á NASA eru 70 - 80 prosent vísir í, at møguliga er lív á teimum 20 nýfunnu gongustjørnunum, ber ikki til at kanna tað í nærmastu framtíð. Granskarar sóu nevniliga bara ein farra av henni, tí er hon so langt frá Jørðini.

Gongustjørnan, sum er nærum kopi av Jørðini, er t.d. 720 ljósár burtur, - tað svarar til 6.811.725.940.258.176 kilometrar, og við tøknini, sum vit hava nú á døgum, er lítið sannlíkt, at eitt rúmdarfar verður sent avstað at kanna gongustjørnurnar, sigur Lars A. Buchhave.

Megna vit at byggja rætta stjørnukikaran, heldur hann tó, at tað ber til at leita eftir lívi, soleiðis sum vit kenna tað á Jørðini, á øðrum gongustjørnum um ikki so langa tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Andakt
206939
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877