Svimja fyri altjóða luttøku

Svimja fyri altjóða luttøku
Nógv stendur upp á spæl, tá FM í svimjing byrjar fríggjadagin.
 
02.11.2017 - 11:25

Í morgin byrjar FM í svimjing á stuttgeil, sum verður hildin í svimjihøllini í Gundadali í Havn.

Nógv stendur upp á spæl, tí umframt at kappast um at blíva føroyameistari, er kappingin eisini úttøkukapping til norðurlandameistarakapping og evropameistarakapping, sum eru í desember.

Kringvarpið fer at senda allar finalurnar beinleiðis

Fríggjadagin 17.00-19.00 Finalur beinleiðis
Leygardagin 17.00-19.00 Finalur beinleiðis
Sunnudagin 17.00-19.00 Finalur beinleiðis

Fyrsta vetrar-FM

FM í svimjing plagar vanliga at liggja í mai mánaði, men er nú flutt til november. Hetta er fyrstu ferð, at hetta verður roynt.

Orsøkin er, at Svimjisambandið og feløgini vilja royna eitt svimjiár, sum líkist teimum hjá grannalondunum, har meistarastevnan á stuttgeil er í november, og tann á langgeil er við endan av skúlaárinum.

Kravtíðarstevna

Ein fyrimunur við at hava FM á stuttgeil í november er, at hendan stevna tá samstundis er náttúrligur endi á kravtíðarskeiðnum til altjóða meistarastevnurnar á stuttgeil. 

stevnurnar eru hvørt ár Norðurlendska meistarastevnan og Junior meistarstevnan, umframt skiftivís Evropameistarastevna ella Heimsmeistarastevnan á stuttgeil.

Í ár eru altjóða meistarastevnurnar NM/NJM í Reykjavík 1. til 3. desember og EM á stuttgeil í Keypmannahavn 13. til 17. desember 2017. Kravtíðirnar síggjast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809