Skúla, rennibreyt og nýtt graslíki í Klaksvík

Skúla, rennibreyt og nýtt graslíki í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna hevur millum annað sett 20 milliónir av á fíggjarætlanini næsta ár til byggingina av skúlanunum á Skúlatrøð
 
03.11.2017 - 09:54

Klaksvíkar kommuna hevur sett 20 milliónir av á fíggjarætlanini næsta ár til byggingina av skúlanunum á Skúlatrøð, og hetta er størsta einstaka íløgan hjá kommununi í 2018, sæst í tíðindaskrivi.

Skúlin er størsta íløga hjá Klaksvíkar kommunu yvirhøvur.

Klaksvíkar býráð ætlar at brúka umleið níggju milliónir krónur til rennibreyt, og tvær milliónir skulu nýtast til at skifta graslíki á fótbóltsvøllinum.

Býráðið fer 16. november endaliga at samtykkja fíggjarætlanina fyri 2018.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392