Borgarstjórar í Vinnunevndina

bannari
Borgarstjórar í Vinnunevndina
Fimm borgarstjórar skulu í Vinnunevndina um fiskivinnunýskipanina
 
06.11.2017 - 07:45

Fimm kommunur eru boðsendar at møta í Vinnunevndini hjá løgtinginum fyrrapartin at siga sína hugsan um lógaruppskotið hjá landsstýrinum um eina fiskivinnunýskipan.

Klaksvíkar Kommuna, Tvøroyrar Kommuna, Eysturkommuna, Fuglafjarðar Kommuna og Runavíkar Kommuna hava fingið ein hálvan tíma í part saman við Vinnunevndini fyrrapartin.

Jógvan Skorheim er bæði borgarstjóri í Klaksvík og limur í Vinnunevndini hjá løgtinginum. Hann hevur áður sagt, at fiskivinnunýskipanar-uppskotið hjá landsstýrinum fær stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Klaksvíkar Kommunu, sum kemur at missa nógva inntøku.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, skírir lógaruppskotið at vera merkt av "umfordeiling" av virðum, heldur enn at vera viðvirkandi til at tryggja eina góða og mennandi fiskivinnu í framtíðini.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu og fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, hevur alment funnist hvassliga at fiskivinnu-nýskipanar-uppskotinum. Torbjørn Jacobsen skírir uppskotið at vera sera fløkjasligt, og harumframt hevur hann sett stór spurnartekin við ætlaðu menningarkvoturnar.

Kristin Michelsen er bæði borgarstjóri á Tvøroyri og partur av samgonguni. Sambært samgonguleiðarunum er samgongan samd um fiskivinnunýskipanar-uppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858