Sjóvinnustýrið í løgtingið

Sjóvinnustýrið í løgtingið
Útleigarin sigur seg ikki vera slopnan til orðanna mótvegis myndugleikunum í trætuni við Sjóvinnustýrið um leigumálið í bygninginum í Vágum
Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum
 
06.11.2017 - 08:03

Leigumálið hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum endar nú í løgtinginum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, sum varir av Sjóvinnustýrinum, skal svara eini røð av spurningum um leigumálið millum Sjóvinnustýrið og smápartafelagið "Jim S.", sum eigur bygningin á Hálsi 1 í Sørvági, har Sjóvinnustýrið hevur hildið til síðani mai í fjør.

Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, vil hava at vita, hvat er so galið við leigumálinum, at neyðugt er at uppsiga tað og flyta haðani í skundi. Tingmaðurin vil hava landsstýrismannin at útgreina, hvørjar heisuligar avleiðingar hølisviðurskiftini hava havt fyri starvsfólkini, og hvørji krøv leigarin setti til leigumálið. 

Eisini vísir Ingolf S. Olsen á, at útleigarin sigur seg ikki vera slopnan til orðanna mótvegis myndugleikunum í hesum máli. Eitt nú vísir hann á, at ymsar kanningar eru gjørdar av inniklimanum í bygninginum, ið síðani eru lagdar til grund fyri krøvunum hjá Arbeiðseftirlitinum. Men útleigarin viðurkennir ikki hesar kanningar, og hevur tí biðið um at fáa uttanhýsis serfrøðingar at gera óheftar kanningar av bygninginum. Tað hevur ikki borið til.

Í síðstu viku kom fram, at Sjóvinnustýrið nú flytir úr bygninginum í Vágum í ein skrivstovubygning í Havn. Har skal stovnurin halda til, til nýggjur bygningur stendur klárur at flyta inn í, onkustaðni í Vágum, væntandi um eini tvey ár. 

Fríggjadagin bað Poul Michelsen løgtingið um 13,7 milliónir krónur til ein nýggjan skrivstovubygning til Sjóvinnustýrið. Hóast landsstýrismaðurin í vinnumálum í lógaruppskotinum biður um heimild at brúka pengarnar, so kann Poul Michelsen enn ikki upplýsa fyri løgtinginum, hvar bygningurin skal byggjast. Ikki annað enn at bygt verður í Vágum. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur bara, at bæði Vága Kommuna og Sørvágs Kommuna hava víst á tøk grundøki, sum Sjóvinnustýrið kann langtíðarleiga og síðani byggja á.

Fíggjarmálaráðið sigur í sínum viðmerkingum til lógaruppskotið, at tað er óheppið, at landsstýrismaðurin hvørki kann vísa á, hvar bygningurin skal byggjast ella hvør leigan fyri lendið verður.

Sambært lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimilst at brúka í mesta lagi 13,7 milliónir at byggja fyri. Ætlanin er at byggja ein bygning, sum er 900 fermetrar til støddar. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sæst, at Landsverk metir ein slíkan bygning fara at kosta millum 13,7 milliónir og 15,9 milliónir krónur. Eftir ætlan skal flytast inn í nýggju hølini á heysti í 2019.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Fríggjadag 6. juni
Vikuskiftið 6. juni 2025
192931
Fríggjadag 6. juni
Poppverturin
192912
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827