»Vit hava ikki undirtøku fyri uppskotinum«

bannari
»Vit hava ikki undirtøku fyri uppskotinum«
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, ásannar fyri Kringvarpinum, at tað er ikki undirtøka í samgonguni fyri uppskotinum um fiskivinnunýskipan.
 
12.11.2017 - 13:44

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil heldur ikki í dag gera viðmerkingar um politisku støðuna, nú hann hevur vent sær til Miðflokkin fyri at vita, hvat skal til fyri, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin skulu skipa samgongu.

Men Poul Michelsen, formaður í Framsókn, ásannar fyri útvarpinum, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava ikki undirtøku í samgonguni fyri fiskivinnuuppskotinum, sum er til viðgerðar í vinnunevndini nú.

Aksel V. Johannesen segði annars í útvarpinum tann 11. september í ár, tá landsstýrið hevði latið løgtingsumsitingini uppskotið um sjófeingi, at nú var semja í samgonguni um fiskivinnuuppskotið.

Men sum skilst, so taka tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, nú kortini ikki undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur.

Tað hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa viðmerking frá Bjarna Hammer í dag.

Gera ikki stórar broytingar

Poul Michelsen vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men hann ger greitt, at tað kemur ikki upp á tal at gera stórar broytingar fyri at gera samgongu við Miðflokkin.

Landsstýrisfundur er klokkan tvey í dag, har floksformenninir fara at umrøða støðuna.

Poul Michelsen sigur, at samgonguflokkarnir kanna nú, hvat skal til fyri at fáa neyðugu undirtøkuna fyri fiskivinnuuppskotinum.

Tí vilja teir millum annað vita, hvat Miðflokkurin vil.

- Vit hava eitt fínt samgonguskjal, sum vit taka støði í. Av somu orsøk kemur ikki upp á tal at gera stórar broytingar fyri at gera nýggja samgongu við Miðflokkin. Tað vil eisini siga, at tað kemur ikki upp á tal at broyta tildømis hjúnabandslógina, sigur Poul Michelsen við útvarpið.

Sambært Poul Michelsen, so spyr samgongan seg eisini fyri hjá øðrum flokkum fyri at vita, hvat skal til fyri at samtykkja eina fiskivinnunýskipan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672