Fjølmiðlar í Norðurlondum eru frælsast

Fjølmiðlar í Norðurlondum eru frælsast
Tað vísur yvirlitið World Press Freedom Index fyri 2017, sum journalistar um landamørk gera á hvørjum ári
 
13.11.2017 - 16:56

Noreg er á fyrsta plássi, Svøríki á øðrum plássi, Finnland á triðjaplássi, Danmark á fjórða plássi, og so er eitt lop niður til Ísland, sum liggur á 10. plássi tá tað snýr seg um, hvussu frælsir fjølmiðlarnir í landinum eru. 

Tað vísur yvirlitið World Press Freedom Index fyri 2017, sum journalistar um landamørk gera á hvørjum ári.

Býtt upp í litir

180 lond eru lýst á einum heimskorti. og tey hava ljósagulan, myrkt-gulan, appilsingulan, reyðan ella svartan lit, - alt eftir, hvussu frælsir fjølmiðlarnir í londunum eru.

Týskland liggur á 16. plássi, og er hevur ljósagulan lit, har fjølmiðlarnir eru frælsast. 

Bretland er myrka-gult, og liggur sum nr. 40 aftanfyri eitt nú Surinam, Kanada, Namibia, Spania og SuðurAfrika. 

Appilsingult er eitt nú Italia á 52.plássi, Grikkaland og Polland. 

Russland liggur aftanfyri India, Indonesia og Mali, sum er nr. 116 og tey hava øll reyða litin.

Og so eru tað eisini lond, sum hava svarta litin, - Kuba, Libya, Saudi Arabia, Kina, Egyptaland og niðast á listanum, sum nummar 180, NorðurKOrea, sum eisini er svart. Tað merkir, á yvirlitinum, at støðan hjá fjølmiðlum er sera vánalig.

Yvirlitið lýsir eitt nú frælsið hjá journalistum at arbeiða, hvussu frælsir miðlarnir eru og trygdina hjá journalistunum í hvørjum landi. Hetta er tó ikki yvirlit yvir, hvussu góðskan á journalistikkinum er í hvørjum landi, skrivar felagsskapurin fyri journalistar uttan landamørk, RSF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770