Dýrari rúsdrekka í Skotlandi

Dýrari rúsdrekka í Skotlandi
Hægstirættur í Bretlandi hevur givið skotsku myndugleikunum loyvi til at áseta ein minstaprís fyri rúsdrekka
 
17.11.2017 - 11:31

Myndugleikarnir bóðu um eina aðra skipan, eftir at fleiri fólk seinastu tíðina eru deyð, og orsøkin skal vera ovurnýtsla av rúsevni.

Blaðið Wall Street Journal skrivar, at avgerðin kann føra til somu skipanir í øðrum londum.

Sum dømi nevnir blaðið, at tríggir litrar av White Cider nú kosta umleið 30 krónur. Tá prísurin hækkar, verður kostnaðurin umleið 90 krónur fyri somu nøgd. Tað er sostatt talan um eina trífalding av prísinum.

Hægri prísur - minni ovurnýtsla

Skotski heilsumálaráðharrin, Shona Robinson, fegnast um avgerðina hjá hægstarætti, tí hægri príur er tað einasta, sum kann fáa fólk at drekka minni, sigur hon.

- Dómurin er søguligur og avgerandi fyri framtíðina hjá Skotlandi, tí neyðugt er at fáa fólk at hugsa meir um rúsdrekka og tær fylgjur, sum rúsdrekka hevur, sigur heilsumálaráðharrin.

Onnur lond hava bíðað í spenningi eftir avgerðini hjá hægstarætti, teirra millum er Írland. Og eygleiðarar ivast onga løtu í, at fleiri onnur lond fara at seta somu skipanir í verk, sum nú verða settar í verk í Skotlandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926