Yvirfriðingarnevndin fær undirskriftir í dag

Yvirfriðingarnevndin fær undirskriftir í dag
1412 fólk hava skrivað undir áheitanina hjá Føroya náttúru- og umhvørvisfelag um at friða Víkar í Vágum
Víkar eru ein náttúruperla, sum skal fáa frið, siga FNU og fleiri.
 
20.11.2017 - 07:20

1412 fólk hava skrivað undir áheitanina hjá Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, FNU, um at friða Víkar í Vágum.

Felagið sigur, at undirskriftirnar verða latnar Yvirfriðingarnevndini í dag, tí nevndin fer at viðgera málið í dag. 

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag bað fyrst Friðingarnevndina fyri Vága sýslu friða økið.

Mælt varð til at friða alt økið, frá Fjallavatni til Barðið.

Bara á landi

Men tað kundi Friðingarnevndin ikki, tí málsøkið hjá nevndini fevnir ikki um sjógvin, bara um øki á landi, segði Finnbogi Midjord, sýslumaður og formaður í Friðingarnevndini fyri Vága sýslu.

Náttúru- og umhvørvisfelagið kærdi síðani til Yvirfriðingarnevndina og fór undir at savna undirskriftir.

Felagið kærir loyvið, sum P/f Luna hevur fingið at ala á Víkum.

FNU hevur eisini kært loyvið at ala á Víkum, tí umhvørvisgóðkenningin fyri Sørvágsfjørð verður brúkt sum grundarlag fyri loyvinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439