Sjúkrarøktarfrøðingar eru vælnøgdir

Sjúkrarøktarfrøðingar eru vælnøgdir
Tvey-ára sáttmálin, sum sjúkrarøktarfelagið skrivaði undir í gjárkvøldið, gevur eina søguliga lønarhøkkan. Serliga er tað endalønin, ið hækkar
 
21.11.2017 - 14:03

Í gjár var tvey-ára sáttmálin millum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjamálaráðið undirskrivaður. Og eftir togvið stríð varð semja loksins funnin millum partarnar - og hetta var ein semja, sum Óluva í Gong, forkvinna í felagnum, var nøgd við. 

- Eg haldi, at báðir partar kunnu verða vælnøgdir við hesa her avtaluna. Tað hava verið óalmindiliga harðar samráðingar frá báðum partum, men eg haldi at úrslitið talar fyri seg. Eg haldi, vit eiga at vera glað fyri úrslitið, segði hon. 

Søgulig lønarhækkan

Og hon hevði alla orsøk at fegnast, tí sáttmálin hevur við sær eina søguliga lønarhækkan.

Semingsuppskotið í gjárkvøldið varð undirskrivað til ein nýggjan sáttmála, har ein nýggj lønartalva er galdandi.  Ein lønartalva sum hevur bæði hægri byrjanarløn og hægri endaløn.

Tað ber við sær, at spennið millum nýútbúna sjúkrarøktarfrøðingin og leiðararan er longri - tað vil siga, at møguleikin fyri at fara upp í løn er størri.

Endaløn hækkað við umleið 5000 krónum

Um vit taka støðuna her og nú fáa flestu sjúkrarøktarfrøðingar áleið millum 1000 og 1500 krónur meira í løn. Men tað er serliga endalønin, ið er hækkað nógv. Hon er farin frá áleið 29.000 til 34.000 krónur. Áðrenn var endalønin áleið 28.814 krónur fyri sjúkrarøktarfrøðingar eftir gomlu útbúgvingini og 29.600 fyri bachelorarnar. Hetta er ein hækking á umleið 5000 kr 

Eisini eru viðbøturnar hjá leiðarum tiknar burtur, men heldur lagdar inn í grundlønina, sum sostatt hækkar. Harafturat geva viðbøturnar eisini rætt til eftirløn.

Tað vil siga, at nýútbúni sjúkrarøktarfrøðingurin, sum fyrr tjenti áleið 25.200 krónur, nú tjenar 26.500 krónur. Hetta er ein lønarhækking uppá næstan 1300 krónur um mánaðin.

Sáttmálin kostar fíggjarmálaráðnum í samlaðu lønarútreiðslum 250 milliónir og júst hækkingin kostar umleið 13 milliónir í øktum lønarútreiðslum fyrsta árið - og annað árið 13 milliónir afturat í miðal. 

Samanlagt í prosentum er lønarhækkingin 10% yvir tvey ár, sum er knapt 5% í miðal árliga. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118