Kommuna keypir fjøru fyri at sleppa av við grót

Kommuna keypir fjøru fyri at sleppa av við grót
Tórshavnar kommuna keypir 2.000 fermetrar av fjøruni á Sundi til grót úr Eysturoyartunlinum
Grótið úr Eysturoyartunlinum verður lagt 400 metrar eystur úr Havnarlagnum á Sundi.
 
23.11.2017 - 09:02

Tórshavnar kommuna noyðist at keypa 2.000 fermetrar av fjøruni á Sundi fyri at fáa lagt grótið úr Eysturoyartunlinum har.

Meirilutin í býráðnum hevur avgjørt at keypa teir 2.000 fermetrarnar frá Búnaðarstovuni fyri 229.600 kr.

Minnilutin, Javnaðarflokkurin, atkvøddi blankt á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Eigur 250 metrar

Økið, sum verður fylt út á Sundi, røkkur okkurt um 400 metrar eystur úr havnini á Sundi. 

Kommunan eigur teir fyrstu 250 metrarnar, men teir eystastu 180 metrarnir hoyra til Sundshaga, uttari part. 

Neyðugt er tí at keypa teir metrarnar, tilsamans 2.000 fermetrar, fyri slakar 230.000 kr.

Pengarnir verða tiknir av játtanini til at keypa grót úr Eysturoyartunnlinum. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659