Fólk í trimum bygdum seta býráðnum í Havn krøv

Fólk í trimum bygdum seta býráðnum í Havn krøv
Samstarv um at fáa óljóð og náttúruoyðing steðgað
Fólk á Hvítanesi skulu ikki hava ampa av Eysturoyartunlinum, sigur staðbundna nevndin.
 
27.11.2017 - 08:05

Óljóð frá skipum og náttúruoyðing eru mál, sum fólk á Hvítanesi, í Kollafirði og í Kaldbak vilja hava býráðið í Havn at gera okkurt við.

Fólk í staðbundnu nevndunum í teimum trimum bygdunum í Tórshavnar kommunu, fólk í Áhugabólkinum í Kaldbak og fólk í
Trivnaðarbólkinum á Signabø eru farin at arbeiða saman um mál, sum hava týdning fyri bygdirnar og bygdarfólkið.

Tey vilja hava Tórshavnar kommunu at steðga óljóðinum frá skipum í Kollafirði, at síggja til, at fólk á Hvítanesi hava sum  minstan ampa av Eysturoyartunlinum og steðga grótfyllingini eystan fyri Sundsá, tá hon kemur eystur til vesturmarkið hjá festaranum á Sundi.

Funnist verður at býráðnum fyri ikki at leggja mál fyri staðbundnu nevndirnar, soleiðis sum ásett er í kommunustýrisskipanini hjá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581