Útlendskir fjølmiðlar skrásetast sum agentar

Útlendskir fjølmiðlar skrásetast sum agentar
Russiska duman skjýtur upp, at allir útlendskir fjølmiðlar í Russlandi skulu kunna stemplast sum útlendskir agentar, um tað er neyðugt
 
27.11.2017 - 11:06

Útlendskir fjølmiðlar í Russlandi skulu kunnu verða markaðir sum útlendskir agentar. Í fyrstu atløgu skal lógin raka virksemið hjá amerikanskum fjølmiðlum í Russlandi.

Russiska duman skjýtur upp, at allir útlendskir fjølmiðlar í Russlandi skulu kunna stemplast sum útlendskir agentar, um tað er neyðugt. Lógaruppskotið er serliga ætlað amerikonskum fjølmiðlum.

- Ein útlendskur fjølmiðil, sum fær fígging frá útlendskum stati, fyritøku ella privatpersóni kann skrásetast sum útlendskur agentur, sigur varatalsmaðurin í dumuni, Petr Tolstoj, tá hann í vikuni legði fram lógaruppskotið. Tað skrivar finska kringvarpið, Yle.

Raka amerikanskar fjølmiðlar

Nýggja lógin er aftursvarið hjá Moskva til, at altjóða russiska sjónvarpstíðindarásin, Russia Today, skal skráseta seg sum útlendskan agent í Amerika. Duman heldur, at nýggja lógin er eitt symmetrist aftursvar.

Í fyrstu atløgu skal lógin raka virksemið hjá amerikonsku fjølmiðlum í Russlandi, - privatu sjónvarpsrásin, CNN, útvarpsstøðirnar Radio Free Europe og Voice of America, sum báðar verða fíggjaðar av amerikanska statinum.

Men eisini týska sjónvarpsfelagið Deutsche Welle skal skráseta seg.

Fevnir ikki um korrespondentar

Nýggi lógarteksturin er alment orðaður og kann brúkast breitt. Útlendskur fjølmiðil kann tí verða markaður sum útlendskur agentur, hvørja ferð russiska duman heldur, at støðan krevur eitt symmetriskt aftursvar.

Sambært dumuni, fevnir lógin tó ikki um útlendska korrespondentar, sum eru skrásettir í landinum. Men duman dugir tó ikki at greina, hví munur er á korrespondentum og miðlum, skrivar yle.

Eisini russiskir miðlar, sum eru fíggjaðir úti úr heimi, eru fevndir av nýggja kravinum.

Ógreitt hvat hendir

Tað er enn ógreitt, hvussu nýggja lógin ítøkiliga rakar arbeiðið hjá journalistum. Møguliga verður rásarúmið avmarkað, og myndugleikar nokta at samstarva.

Miðlar, sum ikki halda lógina missa rættin at virka í Russlandi.

Russiski eftirlits-myndugleikin, Ros-komnadzor, fyrireikar nú tiltøk móti útlendskum fjølmiðlum. Millum annað skal serlig mannagongd setast í verk fyri miðlar, sum missa rættin at virka í Russlandi, skrivar finska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. mai
Anna FD 564 - teknmálstulkað
191741
Sunnudag 11. mai
Møti úr Stranda missiónshúsi
191725
Sunnudag 11. mai
Andakt
191720
Leygardag 10. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191687