Barentshavstrolarar góðar møguleikar at virka

bannari
Barentshavstrolarar góðar møguleikar at virka
Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til skrivligan fyrispurning frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni.
 
30.11.2017 - 13:01

Føroysku Barentshavstrolararnir hava góðar møguleikar at virka, eisini næsta ár, tá fiskivinnunýskipanin kemur í gildi, sigur Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Trý viðuskifti elvt til stúran

Eitt tilmæli frá ICES um at minka fiskiskapin í Barentshavinum 13 prosent næsta ár. Ein politisk ætlan um at selja 25 prosent av føroysku kvotunum í Barentshavinum. Og ein politisk ætlan at luta sjey prosent av Barentshavskvotunum út sum menningarkvotur.

Hesi trý viðurskifti hava í alt heyst elvt til stúran í tí partinum av fiskivinnuni, sum fiskar í Barentshavinum.

Talan er um trý reiðarí - JFK í Klaksvík, Framherji í Fuglafirði og Enniberg í Havn.

Við nevndu fortreytum minka kvoturnar hjá JFK úr 13.000 tonsum í ár niður í 7.700 tons næsta ár. Kvoturnar hjá Framherja minka úr 9.000 tonsum niður í 5.300 tons og kvoturnar hjá Enniberg minka úr 7.000 tonsum niður í 4.100 tons.

Harvið hvørvur grundarlagið undir eina skipinum hjá JFK, meðan Enniberg bara hevur kvotur til hálvt ár, sambært reiðarunum sjálvum.

Eingin orsøk til stúran

Henda støðan fekk í oktober mánað Jógvan á Lakjuni, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin, at seta landsstýrismanninum ein fyrispurning um støðuna - fyrst munnliga og síðani skrivliga.

Svarið kom ídag, og sambært Høgna Hoydal er eingin orsøk til stúran.

Landsstýrismaðurin upplýsir, at hann veit ikki neyvt, hvussu stórar føroysku kvoturnar vera næsta ár, tí samráðingarnar eru ikki lidnar enn. Men av tí at Norra og Russland hava fylgt ICES-tilmælinum og lækka sínar heildarkvotur 13 prosent, so verður talan um sera truplar samráðingar, ásannar Høgni Hoydal.

Men Barentshavstrolararnir hava góðar møguleikar at virka, eisini næsta ár, sambært landsstýrismanninum.

Góðar møguleikar at virka

Í svarinum til Jógvan á Lakjuni sigur Høgni Hoydal, at ongar ætlanir eru um at seta botnfiskakvotu í Barentshavinum av til menningarætlanir næsta ár.

Hetta hóast landsstýrismaðurin í lógaruppskotinum um fyrisiting av sjófeingi fær heimild til at seta av upp til sjey prosent av heildakvotuni til menningarkvotur.

Av tí at landsstýrismaðurin ikki veit, hvussu stór føroyska kvotan í Barentshavinum verður næsta ár, so tekur hann í svarinum til Jógvan á Lakjuni støði í, at heildarkvotan verður tann sama næsta ár.

Tá vilja skipini hjá JFK fáa umleið 10.400 tons at fiska, Framherji fær 7.000 tons og Enniberg umleið 5.200 tons.

Men, sigur landsstýrismaðurin - hesi trý reiðarí hava framvegis møguleika at bjóða uppá tey 25% av heildarkvotuni, sum eftir ætlan verða seld á uppboði. Tað verður gjørt av í eini kapping um at bjóða.

Verða Barentshavs-kvoturnar tær somu næsta ár, verða 7.500 tons seld á uppboðssølu.

- Undir øllum umstøðum hava skipini góðar møguleikar at virka og fáa sum mest burturúr, skrivar Høgni Hoydal í svarinum til Jógvan á Lakjuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480