Framsókn fer at viðgera støðuna næstu dagarnar

Framsókn fer at viðgera støðuna næstu dagarnar
Viðgerðin skal vera liðug fríggjadagin, tí tá verður atkvøtt um fiskivinnunýskipanina
Atkvøðugreiðsla í løgtinginum.
 
05.12.2017 - 12:47

Júst sum samgongan í Vinnunevndini helt, at nú var komið undir land við fiskivinnunýskipanini, boðaði tann eini samgonguflokkurin, Framsókn frá, at hann var ikki so glaður fyri álitið hjá Vinnunevndini.

Framsókn hevur ikki fólk í Vinnunevndini.

Menningarkvotan, ella økiskvotan, sum hon eisini verður nevnd, er komin upp á 8,5 prosent. 

Framsókn vil ikki hava hesar kvotur, men góðtók tó fimm prosent og við ringum tannabiti sjey prosent, sum semjan í samgonguni í summar sigur.

Onga viðmerking

Onnur tingkvinnan hjá Framsókn, Hanna Jensen, segði við Útvarpið í gjárkvøldið, at tey eru ikki nøgd í flokkinum.

Tey mugu tosa um støðuna, sum hon nú er vorðin, áðrenn onnur viðgerð verður fríggjadagin og atkvøðast skal. 

Ruth Vang, sum er hin tingkvinnan hjá Framsókn, hevur onga viðmerking um fiskivinnunýskipanina.

Formaður floksins, Poul Michelsen, er staddur uttanlands, men hann kemur heim í morgin, sigur hann. Og tá fara tey í flokkinum at viðgera málið. 

Páll á Reynatúgvu váttar, at tingfundur verður fríggjadagin.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609