Sending um Føroyar á DR1

Sending um Føroyar á DR1
Í kvøld verður fyrsti partur av sendingini, sum Anders Lund Madsen hevur gjørt um Føroyar. Í kvøld vitjar hann í Fugloy, sum er "den yderste ø"
Mynd: Danmarks Radio  
 
06.12.2017 - 12:54

Mong løgdu kanska merki til, at Anders Lund Madsen vitjaði á klettunum í summar.  

Hann vitjar javnan Føroyar, men í summar vitjaði hann í samband við eina nýggja sending, sum varpar ljós á Føroyar -  eitt siðbundið samfelag sum støðugt verður ávirkað av globalisering og nútímansgerð.

Í kvøld verður fyrsti partur vístur, har Anders vitjar Fugloynna. Her búgva 800 seyðir og 44 fólk, men hvørji eru hesi? Anders Lund Madsen vitjar íbúgvar á oynni, har hann millum annað upplivir seyðaklipping og ein góðan grindadøgurða.  

Fyrsti partur av trimum verður í kvøld klokkan 20.30 danska tíð á sjónvarpsrásini DR1. Tað vil siga 19.30 føroyska tíð.

Ein brellbiti um fyrsta part liggur á Facebook-vanganum hjá DR1. Síggj brellbitan her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334