Løgreglan hevur fingið um 50 fráboðanir

Løgreglan hevur fingið um 50 fráboðanir
Illveðrið herjar á, og løgreglan hevur nú fingið umleið 50 skaðafráboðanir. Nakrir skaðar eru fráboðaðir í Norðoyggjum
 
07.12.2017 - 11:16

Finn Hansen, átaksleiðari í Norðoyggjum, segði við tíðindini í dag, at støðan í Norðoyggjum er stabil. 

- Vit hava nakrir mans til arbeiðis í Klaksvík, og so eru einir fýra mans á Viðareiði, tí har eru nakrir skaðar eisini, sigur hann og leggur afturat, at talan er ikki um stórar skaðar enn. 

Men í hesum veðrinum fáa teir ikki farið upp á tøkini, sigur hann.

Sum skilst á Finn Hansen, so leikar tað harðast á í Viðareiði í løtuni. 

Mæla frá at fara út í Norðragøta

Fyrr í dag, boðaði løgreglan frá, at vindurin í Norðragøtu var so nógvur, at fólk ikki skuldu fara út. 

John Olsen, vakthavandi á politistøðini, segði við Kringvarpið í morgun, at fleiri tekjur eru farnar í Norðragøtu. Har liggja stór stykkir og fúka runt í bygdini, og tí skulu fólk lata vera við at fara út at ganga ella koyra óneyðuga. 

Hann fortelir eisini, at løgreglan hevur móttikið skaðafráboðanir kring alt landið.

Løgreglan heitir á fólk um at sjálvi herberga lutum, sum fúka í vindinum eitt nú við at leggja grót á.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776