Semingsroynd í dag

Semingsroynd í dag
Pedagogfelagið, Lønardeildin og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fóru á fund klokkan 10 í morgun saman við Semingsstovninum
 
07.12.2017 - 14:11

Pedagogfelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fóru á fund klokkan 10 í morgun saman við Semingsstovninum í eini roynd at gera nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober.

Hetta er fyrstu ferð, at partarnir hittast á fundi, síðan samráðingarnar slitnaðu fríggjadagin og Semingsstovnurin varð biðin um at koma upp í leikin.

Partarnir standa langt frá hvørjum øðrum, váttar Terje Sigurðsson. 

Hann vil ikki siga, hvørjir størstu stríðsspurningarnir eru í hesum samráðingunum. Ikki annað enn tað at sjálvandi liggja pengar í buktini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715