Nýggj veljarakanning: Samgonguflokkar missa stuðul

Nýggj veljarakanning: Samgonguflokkar missa stuðul
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava afturgongd, men Framsókn gongur fram. Fólkaflokkurin og Sambandi vinna ein sess hvør
 
07.12.2017 - 17:00

Ein nýggj kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið, vísir eina afturgongd til Javnaðarflokkin uppá, 4,2%.

Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri missa ein tingsess hvør. 

Tjóðveldi hevur eina afturgongd á 0,4%, men varðveitir sínar 7 sessir. Miðflokkurin hevur eina lítla afturgongd - 0,2 prosent, men varðveitir sínar tveir tingsessir. 

Sjálvstýri hevur frammgongd á 0,2%, men hóast hetta, so stendur flokkurin til at missa ein sess á tingi. 

 

Fólkaflokkurin størst framgongd

Fólkaflokkurin er stóri vinnarin og stendur sum tann einasti flokkurin at hava eina framgongd yvir 2%. Fólkaflokkurin fær ein tingsess afturat.

Í hølunum á Fólkaflokkinum kemur Sambandsflokkurin, ið fer 1,9% fram. Sambandsflokkurin vinnur eisini ein tingsess afturat. 

Var val nú, hevði Fólkaflokkurin fingið flest atkvøður við 21,4% av samlaðu atkvøðunum. Javnaðarflokkurin hevði fingið næstmestar atkvøður, ið svarar til 20,9% av samlaðu atkvøðunum, og Sambandsflokkurin hevði fingið 20,6% av samlaðu atkvøðunum. 

Tjóðveldi, sum var næststørsti flokkur á valinum í 2015, er sambært kanningi nú fjórðstørsti flokkur við 20,3% av samlaðu atkvøðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846