Grundlóg til øll lond í ES

Grundlóg til øll lond í ES
Ein grundlóg skal skrivast fyri øll londini sum vilja vera við í ES samstarvinum, og tað skal gerast í seinasta lagi í 2025
 
08.12.2017 - 10:09

Heitið skal vera, sameindu statirnir í Europa, og tey londini um ikki vilja vera við í tí samstarvinum, mugu úr ES.

Tað vóru boðini frá formanninum í sosialdemokratiska flokkinum í Týsklandi, Martin Schultz, tá hann setti landsfundin hjá flokkinum í dag, hósdag.

- Nýggja grundlógin skal leggjast fyri tingini í øllum londunum, og tey sum ikki vilja vera við, melda seg sjálvi úr ES, segði hann.

Boðini eru ein hóttan til Poland og Ungarn, sum eru komin undir trýst, tí londini ikki vilja gera eftir krøvum, sum ES-tingið hevur samtykt. Hann skuldsetti beinleiðis londini fyri at undirgrava samstarvið í ES.

Ætlanin hjá honum er, at sameinda Europa skal syrgja fyri trygd, bæði innanlands og uttanlands, krevja skatt og stýra pengapolitikkinum, stýra flóttafólkamálum og standa fyri menningarhjálpini.

Eftir valið til samveldistingið, gjørdi Schultz greitt, at flokkurin ikki fór at halda fram í stjórnini saman við Angelu Merkel, samveldiskanslara, tí flokkurin fekk ein frammaná á valinum. Men eftir at samráðingarnar um nýggja stjórn endaðu í november, boðaði hann frá, at flokkurin fer undir samráðingar við Merkel um nýggja stjórn.

Hann sigur, tað vera eina skyldu hjá flokkinum at skapa trygg viðurskifti í Týsklandi, og tí kennir flokkurin seg noyddan at fara uppí stjórnina hjá Merkel. Men tað verður kortini ikki uttan treytir segði hann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328