Putin á vitjan í Sýria

Putin á vitjan í Sýria
Russiska tíðindastovan, Tass, boðaði fyrrapartin frá, at russiski forsetin í morgun kom á óvæntaða vitjan á eini russiskari herstøð í Sýria
 
11.12.2017 - 13:59

Har hitti Vladimir Putin sýriska forsetan, Bashar al-Assad, sýriska uttanríkisráðharran og ovastan fyri russisku deildirnar í Sýria.

Á fundinum gav Putin boð um, at farast skal undir at taka russisku hermenninar úr Sýria.

Tekur hermenn úr Sýria

Putin hevur stuðlað Assad, forseta, og boðini um at taka russisku hermenninar heim koma samstundis, sum áttinda umfarið av friðarsamráðingunum eru í Geneve.

Putin segði undir vitjanini, at samstarvið við myndugleikarnar í Sýria hevur verið gott, og at tað hevur verið við til at gera av við altjóða yvirgangin í økinum.

- Tí havi eg tikið avgerð um, at flestu russisku hermenninir í Sýria, skulu takast heim, legði Putin aftrat.

Týdningarmikil herstøð

Herstøðin, sum Putin vitjaði, hevur havt týdning fyri russiska herin síðani í 2015, tá Putin legði seg út í stríðið í Sýria og fór at hjálpa Assad, forseta.

Teir báðir forsetarnir hittust í november í Russlandi, og tað var fyrstu ferð síðani í 2015.

Eygleiðarar halda, at russiska luttøkan í Sýria hevur havt stóran týdning fyri Assad, forseta, tí tá russisku deildirnar komu til landið, fekk sýriski herurin yvirtakið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329