Alment lønt í Danmark onga lønarhækking

Alment lønt í Danmark onga lønarhækking
Síðani 2008 er lønin í almenna geiranum hækkað meira enn í privata geiranum, og tað ber ikki til, sigur Sophie Løde, nýskipanarráðharri við Børsen
Mynd: Jyllands Posten  
 
12.12.2017 - 09:29

Tey 750.000 almennu starvsfólkini í Danmark skulu ikki vænta sær lønarhækking, tá sáttmálasamráðingar aftur verða á skránni.

Danska fíggjarmálaráðið sigur, at lønin í almenna geiranum síðani 2008 er hækkað meira enn í privata geiranum, og tað ber ikki til, sigur Sophie Løde, nýskipanarráðharri, við Børsen.

- Tað skaðar samfelagsbúskapin, at almennu lønirnar ikki fylgja gongdini í privatu lønunum, sigur hon.

Umleið 330 milliardir krónur verða goldnar í almennum lønum um árið, og tí sigur tað seg sjálvt, at lønarspurningurin fer at standa ovast á breddanum í sáttmálasamráðingunum, sigur Sophie Løde.

Tøl hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at síðani 2008 eru almennu lønirnar hækkaðar 1,6% meira enn tær privatu. 

Arbeiðsgevararnir siga, at lønirnar í kommunala geiranum eru hækkaðar 2,4% meira enn í privatu vinnuni sama tíðarskeið.

Kommunurnar vísa hesum aftur

Anders Bondo Christensen, sum er samráðingarleiðari hjá kommunalum starvsfólkum, vísir hesum aftur.

Hann sigur, at tað ber ikki til at taka eitt ávíst tíðarskeið burtur úr heildini.

Anders Bondo Christensen sigur, at síðani skipanin um lønargongdina fyri privata og almenna geiran kom í gildi í 1996, hava almennu og privatu lønirnar verið tær somu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858