Pedagogar í verkfall

Pedagogar í verkfall
Klokkan sjey fóru umleið 160 leiðarar, varaleiðarar og samskiparar á sáttmálaøkinum hjá Pedagogfelagnum, bæði hjá landi og kommunum, í verkfall
 
12.12.2017 - 09:06

Pedagogfelagið lýsti verkall fyri hesar starvsbólkar leygarkvøldið, eftir at Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðgevarafelagið høvdu vrakað semingsuppskotið, sum semingsmenninir løgdu fyri partarnar.

Men í gjár svaraði Kommunala arbeiðsgevarafelagið aftur við at lýsa verkbann hósmorgunin.

Verkbannið ber í sær, at øll starvsfólk á ansingarstovnum og frítíðarskúlum verða send til hús.

Hetta stigið verður tikið til tess at at fáa Pedagogfelagið aftur til samráðingarborðið, sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.

Eingir stovnar hjá Almannaverkinum lata aftur í dag, men neyðugt hevur verið at fáa fólk fyribils at vera leiðarar, nú Pedagogfelagið hevur boðað frá verkfalli.

Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Almannaverkið hevur 12 eindir, og tað eru serliga Eind 1, sum er í Klaksvík, og Eind 6 sum er í Havn, sum verða raktar, tí leiðararnir fara í verkfall. Men á hesum stovnum eru onnur fólk, sum kunnu vera leiðarar.

Á fimm av eindunum eru leiðararnir tænastumenn, so tey fara ikki í verkfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115