Sonja Jógvansdóttir er óviss

Sonja Jógvansdóttir er óviss
Eftir at tingið í gjár hevði felt uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, segði hon, at hon umhugsaði støðuna
 
12.12.2017 - 09:08

Fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá samgonguni kemur til triðju og endaligu viðgerð í tinginum í dag, men í løtuni er ógreitt, um uppskotið fær nóg nógvar atkvøður at verða samtykt.

Eftir at tingið í gjár hevði felt uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, um at limagjald til fakfelag kann dragast frá í skatti, segði hon, at hon umhugsaði støðuna.

- Eg má fara heim at umhugsa støðuna, tí eg havi gjørt nakrar avtalur við samgonguna, og hetta er ikki fyrsta avtalan, sum tey bróta. Eg má bara fara heim at hugsa um tað, segði Sonja Jógvansdóttir stutt eftir, at uppskotið hjá henni fall í tinginum. 

Tann avgerandi atkvøðan

Sonja Jógvansdóttir er stuðul hjá samgonguni og tann avgerandi atkvøðan, og hon hevur sagt, at tað er ein avtala, at samgongan skuldi taka undir við einum uppskoti um, at limagjald til fakfelag skal kunna dragast frá í skatti.

Eftir øllum at døma hevði samgongan ikki lagt upp fyri, at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir kundi falla í tinginum í gjár, hóast Miðflokkurin í fíggjarnevndini var partur av meirilutanum, sum mælti til at samtykkja tað.

Miðflokkurin broytti meining

Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum, sum hevur verið burturstaddur, var heldur ikki í tinginum í gjár.

Tá atkvøtt varð, hálsaði Miðflokkurin um og atkvøddi ímóti, og so vóru 16 atkvøður fyri og 16 ímóti. Sostatt fall uppskotið.

Sonja Jógvansdóttir sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at samgongan ikki heldur avtalur:

- Tað vísir seg bara, at tað er øgiliga trupult at gera avtalur við løgmann um nakað sum helst, tí hann klárar einki at levera, segði Sonja Jógvansdóttir við Kringvarpið í gjárkvøldið.

Løgmaður ovfarin

Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, viðgongur, at støðan í tinginum í gjár kom óvæntað, men hann roknar ikki við, at tað fer at ávirka úrslitið av atkvøðugreiðsluni um fiskivinnunýskipanina í dag.

- Eg má siga, sum er, at eg skuldi havt sæð tað komið, men tað gjørdi eg ikki, segði løgmaður aftaná atkvøðugreiðlsuna. 

Væntandi fer andstøðan at leggja fleiri broytingaruppskot fram við 3. viðgerð í dag, og tað er eisini hugsandi, at Framsókn fer at koma við onkrum broytingaruppskoti, tí flokkurin heldur, at eitt nú menningarkvoturnar eru ov stórar. 

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10 fyrrapartin, og triðja viðgerð av fiskivinnunýskipanini er fyrsta mál á skránni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846