PF Enniberg stevnt landsstýrinum

bannari
PF Enniberg stevnt landsstýrinum
Reiðaríið PF Enniberg hevur stevnt landsstýrinum, eftir at fiskivinnunýskipanin varð samtykt í løgtinginum í gjár
 
14.12.2017 - 09:15

Tað váttar Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, í gjárkvøld.

Mortan Johannesen, nevndarformaður í Ennibergi, vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men hann váttar, at reiðaríið hevur stevnt landsstýrnum fyri ognartøku og at leggja seg út í sáttmálan millum Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið.

Reiðaríið metir, at fiskivinnulóggávan er ein ognartøka við endurgjaldsskyldu.

PF Enniberg rekur trolaran Enniberg, sum seinastu árini hevur havt rættin at fiska 23 prosent av kvotunum í Barentshavinum.

Við lógini um sjófeingi, sum varð samtykt í gjár, skulu 15 prosent av samlaðu kvotuni seljast á uppboðssølu.

Vit hava roynt at fáa eina samrøðu við stjóran í P.f. Ennibergi, Kaj Johannesen, men tað hevur ikki eydnast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952