Stór útskifting av altingslimum

Stór útskifting av altingslimum
Síðan valið í 2007 hava yvir 120 nýggir altings-limir verið valdir. Bert seks altingslimir hava sitið síðan tá
 
19.12.2017 - 09:37

Í 2007 komu 24 nýggir altingslimir á ting, í 2009 vórðu 27 nýggj tingfólk vald og aftur 27 nýggj í 2013, skrivar sendistova Føroya í Íslandi í tíðindabrævi.

Í 2016 var talan um 31 nýggjar altingslimir, og á seinasta vali komu 19 nýggir altingslimir inn í Altingið. 

Tó hava 5 av hesum 19 verið varaaltingslimir og hava tí verið á tingi av og á. 

Talan hevur sostatt verið um meira enn 120 nývald altingsfólk seinastu 10 árini. 

Bert 7 altingsfólk hava sitið út í eitt seinastu 10 árini. Av teimum altingsfólkum, sum vórðu vald í 2007, sita hesi 7 í Altinginum í dag: Bjarni Benediktsson (sum í dag er fíggjarmálaráðharri), Birgir Ármannsson, Guðlaugur Þór Þórðarson (sum í dag er uttanríkisráðharri), Jón Gunnarsson, Kristján Þór Júlíusson (sum í dag er fiskimálaráðharri) fyri Sjálfstæðisflokkin, Katrín Jakobsdóttir (sum í dag er forsætisráðharri) og Steingrímur J. Sigfússon (sum í dag er altingsformaður) fyri Vinstra grønu. 

Av teimum 63 altingslimunum hava meira enn helmingurin - tvs. 33 altinglimir sitið í altinginum í 1 ár ella styttri. 

Tað skrivar sendistovan Føroya í Íslandi í tíðindabrævi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040