Pedagogfelagið sparir 1,5 milliónir

Pedagogfelagið sparir 1,5 milliónir
Tað er tørvur á einum yvirskipaðum myndugleika, sum metir um minstakravið av røktarfólkum, sum skulu til, so lív og heilsa ikki kemur í vanda
 
23.12.2017 - 16:31

Hesin yvirskipaði myndugleiki skal tryggja, at lív og heilsa hjá borgarum ikki kemur í vanda, tá verkfall er innan almenna- og heilsuøkið. 

Tað heldur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, í sambandi við verkfallið hjá Pedagogfelagnum. 

Tað ber ikki til, at partarnir í trætuni tilskila sær rætt at seta hetta minstakrav, segði hann við útvarpið fyrrapartin. 

Verkfallið suspenderað

Pedagogfelagið setti í gjárkvøldið verkfallið úr gildi um jólini og sendi pedagogarnar á almennu stovnunum aftur til arbeiðis, og tað fegnast stjórin í Almannaverkinum um. 

Men Edvard Heen staðfestir eisini, at hóast hetta kemur væl við hjá nógvum borgarum, hann varðar av, so er nyttuvirðið av suspenderingni avmarkað hjá hansara stovnum.

Stjórin í Almannaverkinum heftir seg eisini við, at Pedagogfelagið  sparir hálvaaðru millión í lønarútreiðslum við hesum átakinum.  

Edvard Heen vitjaði tíðindastovuna á middegi í dag til samrøðu um verkfallstøðuna. Hoyr samrøðuna her

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815