USA minkar stuðulin til ST

USA minkar stuðulin til ST
ST-stovnurin fær 285 miljónir dollarar minni á fíggjarlógini fyri 2018/2019. Tað hevur USA mælt til, upplýsir ST-nevndin.
 
29.12.2017 - 08:31

Amerikanska stjórnin upplýsur, at ST-fíggjarætlanin er skerd við 285 miljónum dollarum, og tað er ein sigur fyri USA, skrivar Ritzau.

Tað er enn ikki greitt, hvussu nógv afturat USA ætlar at skerja játtanina til ST. 

Amerikanski ST-sendiharrin, Nikki Haley, sigur, at øll vita, at ST er kent fyri vantandi úrslit og ovurnýtslu. Hon leggur afturat, at hon fer ikki framhaldandi at lata vælviljan hjá amerikanska fólkinum verða misbrúktan, skrivar Ritzau.

Ósemjur hava fleiri ferðir verið millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og ST. 

Seinastu tíðin hava ST-leiðarar og ST-felagsskapir funnist hvassliga at forsetanum fyri avgerðina um at flyta amerikonsku sendistovuna í Ísrael  úr Tel Aviv til Jerusalem.

Men Trump finst eisini at ST. Hann hevur fyrr sagt, at ST er burturspilt tíð og pengar. 

-  ST hevur stórar menningarmøguleikar, men tað livir bara ikki upp til menningarmøguleikarnar, segði Donald Trump í desember 2016, - áðrenn hann tók við sum forseti, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985