Landsroyndir í fólkaskúlanum rigga ikki nóg væl

Landsroyndir í fólkaskúlanum rigga ikki nóg væl
Landsroyndir í fólkaskúlanum rigga ikki eftir ætlan. Úrslitini eru ikki tað góða umboðið fyri læraran, sum úrslitini upprunaliga skuldu vera.
 
05.01.2018 - 10:21

Landsroyndirnar rigga ikki nóg væl. Tað er niðurstøðan hjá tveimum donskum granskarum og professarum, Svend Kreiner og Jeppe Bundsgaard.

Niðurstøðuna hava teir almannakunngjørt í opnum brævi til danska undirvísingarmálaráðharran, Merete Riisager.

Í Danmark skulu næmingar, úr 2. til 8. flokk, gjøgnum tilsamans 10 landsroyndir av ymsum slag. Næmingarnir verða vigaðir og mettir í støddfrøði, enskum, landalæru, lívfrøði, alis- og evnafrøði og donskum.

- Lærararnir gera hesar royndirnar fyri at finna útav, hvat næmingarnir ikki duga. Men um lærarar brúka undirvísingartíðina til at læra næmingarnar at loysa uppgávurnar í hesum landsroyndum, so finna lærararnir ikki útav, hvat næmingarnir ikki duga, sigur Svend Kreiner.

Granskarin vísir á, at lærararnir leggja seg eftir at læra næmingarnar at loysa uppgávurnar í landsroyndunum. 

- So undirvísingartíðin fer við at fyrireika næmingarnar til hesar royndirnar. Tað fer tíðin við, heldur enn til dømis at læra næmingarnar at lesa og rokna, sigur Svend Kreiner.

Teir báðir granskararnir mæla til, at lærarin sjálvur ger av, nær neyðugt er at testa næmingarnar. 

Eisini skulu lærarar hava møguleika at velja landsroyndirnar frá, um teir meta tað vera meira átrokandi at brúka undirvísingartíðina á annan og eftir teirra tykki meira skilagóðan hátt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329