31 fakfeløg: Loysið nú trætuna

31 fakfeløg: Loysið nú trætuna
Føroysku fakfeløgini stuðla Pedagogfelagnum í sáttmálatrætuni við Lønardeildina
 
09.01.2018 - 19:09

Føroya Fedagogfelag fær dyggan stuðul frá fakfeløgunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í kvøld sendu 31 fakfeløg út eina yvirlýsing, har tey vísa Føroya Pedagogfelag sín stuðul og krevja, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið nú loysa trætuna.

Yvirlýsingin varð skrivað á fundi millum feløgini í Smæruni í Havn seint seinnapartin.

Undir yvirskriftini "Loysið nú trætuna!" skriva tey 31 fakfeløgini:

-Undirritaðu 31 fakfeløg vísa Føroya Pedagogfelag sín treytaleysa stuðul og krevja at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið taka ábyrgd og fara aftur til samráðingarborðið og loysa sáttmálatrætuna.

Føroya Pedagogfelag og fakfeløgini øll hoyra í miðlunum, at almenni arbeiðsgevarin ynskir samráðingar, men er veruliga ynski um tað, so er at vísa tað í verki.

Megnar Lønardeildin ikki at samráðast vegna fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, so mugu landsstýriskvinnan og forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum taka um endan og loysa málið. Tað, sum higartil er komið fram umvegis almenn úttalilsir, fremur ikki málið, og nú mugu tey, sum standa við ábyrgd, taka um endan.

Fakfeløgini átala harðliga, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið brúka ivasamar skuldsetingar og áhaldandi brúka miðlar, gerðarrættin og onnur óviðkomandi amboð ístaðin fyri at samráðast og loysa málið.

Lønardeildin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er almenni og kommunali samráðingarparturin og eru sett at tæna okkum løntakarum, og sum vit øll rinda fyri. Tí má minsta kravið vera grundleggjandi virðing og at farið verður siðiliga fram. Framferðarhátturin leingir bara ósemjuna og ger tað trupult at skula samstarva framyvir, tí álitið verður so grundleggjandi skeiklað.
 

Við fakfelagskvøðu

Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Starvsmannafelagið, Bioanalytikarafelagið, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag,Yrkisfelagið Miðnám, Maskinmeistarafelagið, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya, Kost- og Føðslufelagið, Búskapar & Løgfrøðingarfelag Føroya, Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar- fíggjar- kt og líknandi fyritøkum, Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Føroya Lærarafelag, S&K, Føroya Handverkarafelag, Arkitektafelagið, Føroya Verkfrøðingafelag, Samtak, Magistarafelag Føroya, Føroya Byggifrøðingafelag, Farmakonomfelagið og Føroya Tekniska Lærarafelag

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655