Høllin á Hálsi er nú vorðin marghøll

Høllin á Hálsi er nú vorðin marghøll
Ein handbóltsvøllur er komin afturat, og borðtennis og stríðsítrótt hava fingið nýggj høli
Stórhøllin á Hálsi er nú liðug.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
11.01.2018 - 09:24

Høllin á Hálsi í Havn, sum nú kallast Stórhøllin, er liðugt útbygd.

Tað verður fagnað í høllini á almennari samkomu seinnapartin í dag.  

Í høllini eru nú tveir handbóltsvøllir og høll til borðtennis og stríðsítrótt, so sum judo.

Áskoðarapláss, sum kunnu flytast, verða sett upp. Hetta arbeiðið verður ætlandi liðugt um miðjan februar.

Útbyggingin byrjaði í mai 2016. Kostnaðarætlanin er 52 mió. kr.

Eystan fyri høllina er gjørt pláss til 137 bilar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659