Brúka verri enn so rækjudagar og kvotu eystanfyri

Brúka verri enn so rækjudagar og kvotu eystanfyri
Bara í 2015 kundu Føroyar fingið 210 milliónir meira burturúr rækjunum
Arctic Viking er rækjuskip.
 
19.01.2018 - 08:03

Føroyar gagnnýta ikki rættin at fiska rækjur við Svalbard og í Barentshavinum.

Føroysk skip áttu til dømis 922 fiskidagar við Svalbard í fjør, men brúktu bara 177 dagar.

Føroyar áttu 5.000 tons av rækjum í russiska partinum av Barentshavinum í fjør, men fiskaðu bara 3.123 tons.

Dagarnir og kvotan vórðu heldur ikki fullnýtt árini 2016, 15, 14 og 13. 

Tað upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann.

Føroyski rækjuflotin er minkaður nógv. Í 1989-90 vóru 14 rækjuskip. 

Í fjør søktu tvey skip um loyvi at fiska rækjur í russiskum sjógvi, í altjóða sjógvi í Barentshavinum og við Svalbard.

Í frágreiðingini "Størri vøkstur í fiskivinnuni" frá februar 2016 stendur, at Føroyar høvdu fingið 122 milliónir krónur meira fyri rækjurnar í russiskum sjógvi í 2015, um øll kvotan har var fiskað, og 88 mio. kr. meira, um allir fiskidagarnir við Svalbard vórðu brúktir, ella tilsamans 210 milliónir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904