Tórsvøllur verður nú gjørdur liðugur

Tórsvøllur verður nú gjørdur liðugur
Vestara síða er eftir at gera. Hon skal nú gerast fyri góðar 120 mió. kr.
Fjórða og seinasta byggistig á Tórshavnar umfatar vestara skýlið.
 
26.01.2018 - 12:54

Tórsvøllur verður nú gjørdur liðugur.

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at fara undir fjórða og seinasta byggistig, sum er vestara áskoðaraskýlið.   

Tað kostar kommununi 63 mió.kr., tá meirvirðisgjaldið er tikið við. Tað er helvtin av byggikostnaðinum. 

Hina helvtina rindar Fótbóltssambandið.

Altjóða vøllur

Tá byggingin er liðug, eftir ætlan í oktober 2020, kunnu 1730 ákoðarar sita vestanfyri, 200 fleiri enn nú.

Við hesi útbygging verður Tórsvøllur liðugt bygdur sum nútíðar altjóða tjóðleikvøllur við øllum neyðugum góðkenningum frá UEFA, sigur býráðið.

Tak verður lagt á vesturskýlið.

Vesturskýlið verður eins og eysturskýlið bygt saman við bygninginum á suðurendanum og skapar ein samanhangandi form sum hestaskógvur.

FSF-húsið skal útbyggjast bæði norðureftir og suðureftir og harafturat dagførast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519