Gerðarrætturin um Glasir ikki liðugur í bræði

bannari
Gerðarrætturin um Glasir ikki liðugur í bræði
Fundur var í gerðarrættinum í síðstu viku um skoðan og meting
Glasir.
 
06.02.2018 - 11:01

Fríggjadagin var fundur í Voldgiftsnævnet í Keypmannahavn um Glasir.

Landsverk hevur biðið um syn og skøn, skoðan og meting, av tí arbeiði, sum TG verk hevur gjørt.

Talan er í hesum førinum um betongarbeiðið og stálarbeiðið.

Tað er gjørt, og nú verður skrivað ein frágreiðing um tað, sum síðani verður brúkt sum prógv í málinum. 

Millum annað er spurt, hvussu nógv, tað kostar at umvæla tað, sum TG verk hevur gjørt á byggiplássinum í Marknagili.  

TG verk kravdi ósemjuna við Landsverk í gerðarrætt.

Ósemja um bygging

TG verk, sum var høvuðsarbeiðstakari, boðaði frá í oktober í 2015, at felagið steðgaði arbeiðinum, um Landsverk ikki rindaði 15 mió. krónur fyri arbeiði, sum felagið segði var eyka arbeiði. 

Landsverk var ósamt, so kravið fór í gerðarrætt fyrst í apríl 2016. 

Kravið frá TG verki móti Landsverki er góðar 72 milliónir kr.

Landsverk hevur fingið eykajáttan, so Landverk kundi leggja út 30 mió. kr. í fjør og 56,6 milliónir í ár, so arbeiðið við Glasi ikki steðgaði.

Tryggingarfelagið AXA er eisini við í gerðarrættarmálinum. 

Niðurstøðan í Voldgiftsnævnet kemur ikki í ár, men í 2019 ella kanska ikki fyrr enn í 2020.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541