Nýskipan á danska útlendingaøkinum

Nýskipan á danska útlendingaøkinum
Stendur til tað danska javnaðarflokkin, skulu øll, sum biðja um friðskjól, sendast til eina móttøkumistøð, sum skal liggja í einum triðjalandi
 
06.02.2018 - 09:57

Stendur til tað danska javnaðarflokkin, skal tað ikki longur bera til hjá flóttafólkum at biðja um friðskjól við markið ella á eini flóttafólkamiðstøð í Danmark.

Í staðin skulu øll, sum biðja um friðskjól, sendast til eina móttøkumistøð, sum Danmark skal reka í einum triðjalandi, t.d. í Norðurafrika.

Her skulu fólkini vera, meðan umsóknin um friðskjól verður viðgjørd.

Nýskipan á útlendingaøkinum

Javnaðarflokkurin hevur kunngjørt eitt uppskot um nýskipan á útlendingaøkinum.

- Støðan er tann, at fleiri flóttafólk eru komin til Evropa, enn vit megna at taka ímóti. Men afturfyri hjálpa vit ikki heimsins flóttafólkum á staðnum, sigur Mette Frederiksen, forkvinna í danska javnaðarflokkinum.

Hinvegin er flokkurin til reiðar at taka ímóti kvotuflóttafólkum frá ST, og talið kann vera størri enn 500, sum Danmark higartil hevur tikið ímóti, sigur Mette Frederiksen.

- Flóttafólkaskipanin riggar ikki. Nógv doyggja, tá tey royna at sleppa um Miðjarðarhavið, og vit hjálpa bara einum lítlum parti í Evropa, sigur forkvinnan í javnaðarflokkinum. 

Avmarkaða atgongd til Danmark

Endamálið er eisini at avmarka atgongdina hjá útlendingum, sum ikki hoyra til vesturheimin, at sleppa til Danmarkar.

- Fleiri flóttafólk eru komin til Danmarkar og Evropa, enn londini hava verið før fyri at integrerað, sigur Mette Frederiksen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098