Ov stutt tíð til demokratiska viðgerð og umhugsni

Ov stutt tíð til demokratiska viðgerð og umhugsni
Kommunufelagið finst at landsstýrinum og broytingunum í lógini um frískúlar
Tríggir frískúlar eru í Føroyum. Teir høvdu 133 næmingar í 2016.
 
06.02.2018 - 10:39

Enn eina ferð er landsstýrið hartað fyri ov stutta hoyringarfreist.

Hesa ferð finst Kommunufelagið at Mentamálaráðnum fyri at senda lógarbroyting um frískúlar til hoyringar við einari freist, sum er níggju dagar.

Avleiðingin er, at lógaruppskotið ikki fær ta demokratisku viðgerð og umhugsni, sum øll lógaruppskot eiga at fáa, sigur Kommunufelagið.

Politiska skipanin virðir ikki sítt egna arbeiði so mikið, at tað kann fáa neyðugu tíðina til ummæli og umhugsni, sigur Kommunufelagið.   

Lógin um frískúlar frá 2003 skal broyast 1.august í ár, tí hon er ikki nóg greið, heldur Mentamálaráðið.

Millum annað skal standa í lógini, at frískúlar eru sjálvsognarstovnar og tí ikki partur av almennu fyrisitingini. 

Kommunufelagið mælir frá 

Tað vil siga til dømis, at ikki ber til at venda sær til landsstýrið, um frískúli fer á húsagang.

Heldur ikki ber til at kæra avgerðir hjá privatum sjálvsognarstovni til landsstýrið. 

Og innlitslógin og reglurnar um partsinnlit í fyrisitingarlógini eiga heldur ikki at vera galdandi fyri privatar sjálvsognarstovnar, sigur Mentamálaráðið. 

Kommunufelagið mælir frá hesum. 

Felagið vísir á, at danski umboðsmaðurin oftari enn eina ferð hevur staðfest, at danska lógin ikki tryggjar rættindi hjá børnum í donskum frískúlum.

Hetta eigur løgtingið at hava í huga, tá føroyska lógin verður broytt, ikki minst, tí fyrisitingarlógin skal setast úr gildi fyri frískúlar, sigur Kommunufelagið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025