Gjørt sáttmála um arbeiðið við Akursmørk

Gjørt sáttmála um arbeiðið við Akursmørk
 
22.02.2018 - 07:42

Klaksvíkar kommuna og byggifelagið Kanjon hava skrivað undir sáttmála um arbeiðstøku í samband við lundina á ovara Vágsbøi fyri knappa millión. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.

Lundin fer í fyrstu atløgu at fevna um á leið triðingin av ovara Vágsbøi, og talan er um tann partin av Akursmørk, sum er næstur Sparikassanum. 

Fyrsti partur av arbeiðnum er jørðarbeiði, umframt at leggja ein lítlan part av Ósánni um. Jørðarbeiðið byrjar í mars og skal eftir ætlan vera komið somikið áleiðis í mai, at plantingin kann byrja í samband við árliga umhvørvisátakið í mai, sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890