Føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa

Føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa
Føroyingar eru nógv á arbeiðsmarknaðinum samanborið við Evropa, tað vísir nýggj kanning frá Hagstovuni.
 
23.02.2018 - 11:51

Hagstovan hevur júst kunngjørt nýggja kanning um vinnutíttleikan í Føroyum samanborið við onnur lond. Her stendur Føroyar seg væl.

Í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Av teim 36.000 fólkunum í Føroyum, ið eru í aldrinum 15 til 74 ár, eru umleið 30.000 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin. Uttan fyri vinnu eru um 6.000.

Høgur vinnutíttleiki

Sostatt er vinnutíttleikin umleið 83%, roknað fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 84,3%, ið er nakað størri enn hjá kvinnum við 82,0%. Men munurin er nógv minni enn í øðrum londum. 

Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum nógv lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 2% á muni, 8% í Íslandi og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 12%. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 76% hjá monnum og 36% hjá kvinnum

Tað eru sera stór tøl, og er vinnutíttleikin í Føroyum, tað vil siga. arbeiðsfjøldin í prosentum av fólkatalinum, tann størsti í Europa, sigur Hagstovan á heimasíðuni. Ísland er eitt lítið vet aftanfyri Føroyar.


Vinnutíttleikin stórur frá teim yngstu til tey elstu

Eisini føroyskur ungdómur er vinnuliga virkin, skrivar Hagstovan.

Á heimasíðuni hjá Hagstovuni stendur, at bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu eru nógv meira vinnuliga virkin her enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin, eisini langt út um pensjónsaldur, enn aðrastaðni.

Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu um 20-ára aldur uppi á 70-80% í vinnutíttleika, samanborið við 50-55% í Danmark og um stívliga 20% í ES-londunum sum heild.

Enn størri er munurin hjá teimum eldru, og tá tað snýr seg um tey elstu 65-74 ára gomlu eru Føroyar og Ísland í serstøðu við einum vinnutíttleika um 40-50% bæði hjá monnum og kvinnum, meðan hann er langt niðanfyri alla aðra staðni – heilt niðri á umleið 10% í ES-londunum sum heild.

Somuleiðis skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr: t.d. í aldrinum heilt frá 30 til 60 ára aldur, har vinnutíttleikin hjá føroyskum kvinnum er millum 90-95%, samanborið við eini 80% í ES-londunum sum heild.

Meira um kanningina og tilhoyrandi myndir eru á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418