13 grundstykki á Sandi

13 grundstykki á Sandi
Sands kommuna brynjar seg til framtíðina, hevur bjóðað út arbeiðið at útstykka 13 grundøki á Vatnsryggi við atkomu og øllum veitingum.
Mynd: Sands kommuna  
 
01.03.2018 - 10:18

Tað skrivar Sands kommuna á Facebook. 

- Útstykkingin fevnir um 13 grundøkir, við atkomu og øllum veitingum. Arbeiðið varð boðið út sum undirhondsboð, stendur at lesa á Facebook.

Arbeiðið varð boðið út sum undirhondsboð, og J & K Petersen og Articon bjóðaðu. Kommunan hevði mett at arbeiðið kann gerast fyri góðar 4.2 milliónir krónur pluss MVG.

J&K Petersen kann gera arbeiðið fyri nógv meira - 7 milliónir krónur pluss MVG.

Men Articon - hinvegin, kann gera útstykkingarnar bíligari enn kommunan hevur mett - fyri góðar 3.8 milliónir krónur pluss MVG.

Mett verður at tað tekur hálvt ár at gera arbeiðið liðugt.

Kommunan eftirkannar nú tilboðini, og miðað verður eftir at kommunan tekur avgerð í hesum mánaðinum, skrivar Sands Kommuna á facebook.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391