Føroyska váðaráðið fyrsta fundin - í Danmark

Føroyska váðaráðið fyrsta fundin - í Danmark
Váðaráð Føroya fer at hava fýra fundir um árið
Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, er fødd forkvinna í Váðaráðnum.
 
03.03.2018 - 11:47

Váðaráð Føroya, sum skal hava vakið eyga við skipananarligum váðum í føroyska búskapinum, hevur nú havt sín fyrsta fund. Hann var hildin í Keypmannahavn, har allir limirnir vóru staddir.

Á fundinum skipaðu tey sítt arbeiði, og tey fara at hava fýra árligar fundir, ein hvønn ársfjórðing.

Tað fyrsta, sum nú stendur á arbeiðsætlanini, er eitt slag av hoyring, sum tey skulu til í danska Váðaráðnum. 

Fíggjarviðurskifti - altso peningastovnarnir - er danskt málsøki, og tá danska Váðaráðið í fjør viðgjørdi, hvussu stór fíggjarliga bjálvingin í føroysku peningastovnunum eigur at verða, gjørid ráðið av at bíða eftir, at føroyska Váðaráðið var sett.

So nú skal føroyska Váðaráðið geva tí danska ráðnum sína tilráðing um, hvussu sonevndu buffararnir skulu samansetast, og nær hesi eyka kapitalkrøvini skulu setast í verk fyri føroysku peningastovnarnar. 

Hesin fundurin verður 6. apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161