Reyði Krossur ávarar um flóttafólkalegu

Reyði Krossur ávarar um flóttafólkalegu
Viðurskiftini í flóttafólkaleguni Moria á griksku oynni Lesbos eru út av lagi vánalig, staðfestir Reyði Krossur í nýggjari frágreiðing um legu
Mynd: metro.co.uk  
 
05.03.2018 - 09:46

Fólk í túsundatali eru strandað í Moria-leguni á griksu oynni Lesbos uttan møguleika at koma víðari til onnur lond í Evropa, sum hava stongt síni landamørk.

Sambært frágreiðingini hava tveir triðingar av fólkunum í leguni álvarsligar trupulleikar við heilsuni, og heili 92 prosent eru í vanda fyri at fáa sálarsjúkur ella langtíðar strongd.

Leingi hava hjálparfelagsskapir og mannarættindafelagsskapir víst á vánaligu viðurskiftini í Moria-leguni í Lesbos. Myndugleikarnir á staðnum finnast eisini hvassliga at støðuni. 

Í november segði borgarstjórin á Lesbos við bretska blaðið, The Guardian, at hann er harliga ímóti politikkinum, sum ger Lesbos og onnur marknaðarøki til koncentratiónslegur, har fólk missa alla menniskjaliga virðing.

Flestu flóttafólkini á Lesbos koma úr Turkalandi. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558