Talgild hóttan

Talgild hóttan
Talgilt virksemi kann hótta Noreg og øll demokrati í Vesturheiminum, sigur norska trygdartænastan
 
05.03.2018 - 14:40

- Í talgilda rúminum eru serliga tríggjar álvarsligar hóttanir móti Noregi. Ávirking, njósning og sabotasja, sigur stjórin í norsku fregnartænastuni, Morten Haga Lunde.

- Talið av russiskum royndum at ávirka lond í vesturheiminum er vaksið seinastu árini. Millum annað har roynt verður at ávirka val-tilgongdir og valúrslit.

Hetta er vaksandi avbjóðing fyri vesturlendsk demokrati, staðfestir stjórin fyri fregnartænastuni í hóttanarmetingini fyri 2018.

- Kortini er njósning í talgilda rúminum alvorligasta hóttanin móti Noregi. Fleiri royna at avdúka og sníkja seg inn hjá norskum myndugleikum og fyritøkum.

Endamálið er í fyrstu atløgu at fáa kunning um vanlig politisk og hernaðarlig mál, síðani er tað ídnaðarnjósning, sigur fregnartænastan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290