Tveir menn lótu lív á sjónum í dag

Tveir menn lótu lív á sjónum í dag
Syrgiligar vanlukkur hava merkt arbeiðið hjá løgregluni í dag.
 
11.03.2018 - 18:12

Í Fuglafirði var ein 47 ára gamal maður funnin deyður í morgun.

Løgreglan fekk boðini klokkan 10 fyrrapartin, at ein maður var funnin deyður í sjóvarmálanum við Breiðá millum Fuglafjørð og Kambsdal.

Løgreglan hevði leitað eftir manninum, tí tey nærmastu settu seg í samband við løgregluna í gjár, tí tey vistu ikki, hvar maðurin var.

Løgreglan veit ikki, hvussu maðurin er dottin á sjógv.

Datt á sjógv

Ein 60 ára gamal maður doyði eisini úti í Kirju á Fugloynni nú seinnapartin.

Hann var á veg umborð á Rituna, tá hann datt niður ímillum og á sjógv.

Tað eydnaðist at fáa mannin úr sjónum og umborð á bátin, men tá var hann lívleysur.

Løgreglan fekk boðini klokkan 10 minuttir yvir tvey seinnapartin.

Ritan sigldi til Svínoyar, har tyrlan kom eftir manninum.

Umborð á tyrluni royndu tey eisini at fáa lív í aftur mannin, men tað eydnaðist ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860